Arnold Abrahamsen sjeytifimm ár.

17. juni verður maðurin sjeytifimm

Er okkum lív lagað, so blíva vit tað, sum eingin vil, gomul. Hóast aldurin nartlar av okkara kroppi tíðliga og seint, so taka hesar flidnu rendur væl ímóti aldurdóminum. Ja, hjá føðingardagsbarninum stendur við klettin, nú hann fer um Kappan. Hann hevur í lívi sínum verið stak arbeiðssamur, treiskur og framfýsin, og ikki sørt av lívrunnum mentanarmynstri er í Fuglafirði, sum hann hevur verið við at mynda. Hornorkestrið og Badmitonfelagið var hann við at stovna, virkin í Sjónleikarfelagnum og Fuglafjarðar sangkóri í mong ár, kvøldskúlanum og ikki minst í handilsskúlanum, sum hann leiddi frá 1968- 82. Hansara dagliga yrki var lærari í Fuglafjarðar skúla frá 1953 til 1981, og eftir tað fór hann í starv í Landsskúlafyrisitingini sum undirvísingarleiðari til 1996, tá ið hann legði frá sær vegna aldur.
Hetta er so ein partur av tí, sum hann hevur nomið við í sínum lívsyrki.

Arnold rennur ikki løturnar av sær í kurvastólinum, men dagliga gongur hann niðan á Skarð, ja, hansara navn átti ikki einans at staðið í bókini Føroyskir fólkaskúlalærarar, men eisini í Guinnes, sum maðurin, ið hevur verið á Skarðinum flestu ferðir. Myndin av fólki, sum hava gingið hesar leiðir dag um dag og ár um ár, er tær í huga. Farleiðin, har forfedrar okkara gingu, tá ið farið varð á fjall, til neytar, í torv, og ørindi bygdanna millum, so var tað Skarðið, portrið, sum farast skuldi um - norðurum til skyldfólk og kenningar, men hugsandi er, at Skarðið dregur. Umhvørvið her er fjálgt og hugnaligt á summrið - men sanniliga eisini kann tað bíta frá sær á hávetri, tá ið landnyrðingurin hvessir á tonn, tá er ikki tespiligt á Skarðinum.

Her uppi situr tú í tínum egnu tonkum og hugsar. Portrið á Skarðinum er ein ikon, íð letur upp fyri so mongum, og í Arnoldsa verð eru so nógvar søguligar ikonir, sum dag og dagliga renna kapp við vitan hansara um søgu og søgulig brøgd víða um. Áhugin fyri tí søguliga hevur altíð verið stórur, og nógvar hava løturnar verið, tá ið søgumaðurin Arnold segði frá bæði í skúlanum og heima við hús. Tá er hann umbroyttur í sini vitan, og vit onnur, sum bert vita eitt dism av tí søguliga, mugu bert taka hetta til eftirtektar og goyma tað í onkrari skuffu í "hardiskinum" og trýsta á "safe as".... sum Arnold segði.

Ikki bert Skarðið dregur, men eisini pensjonistasvimjingin leygarmorgun í vátum vatni eru løtur, sum eru ógloymandi, tá ið menn, pensjonistar í svimjihylinum, siga frá livandi løtum í tí farna . Hetta er næstan sum í tí gamla Rom, men munurin er bara tann, at hetta eru vanlig fólk - fæloys-ingar og gott fólk, sum eiga hesa løtuna. Her svambla 75 ára gamlir menn sum selur á sundi. Arnold er ein teirra og brúkar hann allar sínar likamligu og søguligu hestakreftir til svimjingarløtuna leygarmorgun.

Tá ið menn eru lidnir við svimjingina, hevur Arnfinnur Olsen borðreitt við morgundrekka, bollum, osti og gulari piparfrukt. Ja, hetta er ikki einans gamlamannakæti, sum dregur av sær, men hetta er sannur "kulturur" - ein nýggjur táttur í okkara fólkamentan í bygdini.

Nú Arnold fer um tey sjeytifimm árini, er hetta ein heilsan ovast uppi frá og í lítla morgunhavið í skúlanum. Heilsaður verði tú á føðingardegi tínum við ynskjum um nógvar góðar túrar niðan á Skarð og svimjiløtur í svimjihylinum saman við pensjonistabólkinum In á Yellow Submarine.

Hjartaliga til lukku
Frits