PoetrySlam Cph halda í hesum døgum triðu árligu opnu poesi kappingina í Ideal Bar í Vega Hendan kappingin er í tungvekt flokkinum, tá tað kemur til poesi í Keypmannahavn, har PoetrySlam Cph bjóðar øllum vælkomnum at royna síni kynstur.
Anna Iachino og Arnold Ludvig, alias MonkeyRat, eru við mikukvøldið, tá kappingin er.
- Verturin nú mikukvøldið verður Jacob Hallgren og DJ Sgt. fer at leggja lekkur beats ímillum kvøldsins lýrisku flatur, siga tey í MonkeyRat
Kvøldið verður boksað í gongd við spokenword&metalfunk douini MonkeyRat. Anna Iachino og Arnold Ludvig eru ávikavist av italsk/kanadiskum og føroyskum ættum, og umringa soleiðis tað mesta av vesturheiminum við neyvari eygleiðing av politikki, menniskjum og mest av øllum - orðum.
Til ber at vitja heimasíðuna www.myspace.com/monkeyratmusic
Arnold á Bluesfestival
Annars skal Arnold Ludvig eisini spæla á COPENHAGEN BLUESFESTIVAL @ Mojo´s
hósdagin 27. September :
Klokkan 22.30 er Blues Jam við Uffe Steen á skránni og við eru Rainy James (munnharpa/vokal), Uffe Steen (guitar), Alain Apaloo (guitar/vokal), Arnold Ludvig (bass) og Simon Ørregaard (trummur). Mojo´sa traditionella blues-jam fær hetta serliga Bluesfestival kvøldið vitjan av superguitaristinum Uffe Steen frá Århus, sum saman við Rainy James og húsorkestrinum fara at jamma saman við alskins gestajammarum.