Arnold situr tryggur

Arnold Schwarzenegger tykist sita tryggur í guvernørstarvinum í Kalifornia. Á valinum í gjár fekk hann umleið 63 prosent av atkvøðunum, og tað var næstan tvær ferðir so nógv, sum mótvalevnið, demokraturin Phil Angelides, fekk. Tey fyrstu árini sum guvernørur rak Schwarzenegger ein beinharðan republikanskan politikk, men Kalifornia er ein demokratiskur statur, og í fjør bleiv guvernørurin settur upp á pláss á einari fólkaatkvøðu. Síðani hevur hann lagt á annan bógv og hevur tikið fleiri demokratisk hjartamál til sín, og tað gav honum stórsigurin í gjár, siga eygleiðarar í Kalifornia.