Í dag, leygardagin 22. apríl, fyllir Arnold Vegghamar á Viðareiði 80 ár.
Arnold Vegghamar er kendur listamálari, og í sambandi við runda føðingardagin varð tað fyri páskir skipað fyri stórari framsýning í Viðareiðis skúla.
Í tí sambandi segði systkinabarn føðingardagsbarnið, Líggjas í Bø, nøkur orð. Hann tók soleiðis til, at Arnold hevði leitt sítt bygdarfólk og øll onnur inn í eitt listaunivers, sum er so egið, at um ein málningur hjá Arnoldi hekk millum túsund aðrar í Fólksins Høll í Peking, ja so var eingin ivi um, at hatta var Arnold, tí tað er bara ein Arnold Vegghamar.
Sjeynda juli í 2015 varð Arnold kosin heiðurborgari á Viðareiði.