Aron Ellingsgaard avloysir Brand Hendriksson

Brandur Hendriksson Olsen hevur givið avboð til dystirnar í Baltic Cup. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Aroni Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi, skrivar Fótbóltssambandið

Brandur Hendriksson Olsen hevur spælt 59 dystir og skorað seks mál fyri føroyska A-landsliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Brandur Hendriksson Olsen hevur givið avboð til dystirnar í Baltic Cup. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Aroni Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Eg eri ikki skaddur, og havi tað sum heild gott. Men sæð í ljósinum av, at eg havi havt tveir álvarsamar knæskaðar, sum hava verið drúgvir at komið ígjøgnum, so merki eg at kroppurin hevur brúk fyri einum lítlum steðgi. Tað er einfalda orsøkin til, at eg havi givið avboð til landsliðið hesaferð.

 

– Annars vil eg siga, at eg elski landsliðið, og njóti altíð hvørja løtu, sum eg havi saman við spælarunum og øllum rundan um liðið. Men beint nú havi eg brúk fyri einum steðgi frá fótbóltinum, og samstundis gleði eg meg til nakrar frídagar heima í Skálavík.

 

Tað sigur Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur givið avboð til landsdystirnar í Baltic Cup, sum eru á skránni í næstum.

 

Sum avloysara fyri Brand, hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum úttikið Aron Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi. Aron hevur ikki verið partur av A-landsliðnum áður, men er skrásettur fyri fýra U21-landsdystir.

 

Føroyski landsliðshópurin samlast týsdagin til venjing á Svangaskarði, og mikumorgunin verður kósin sett móti Estlandi. Fyrri dysturin í Baltic Cup verður í Tallinn í Estlandi leygardagin 8. juni, og týsdagin 11. juni skulu Føroyar spæla ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

 

Hópurin:

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

 

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

 

Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)

 

Bartal Wardum, HB Tórshavn

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Samuel Chukwudi, HB Tórshavn

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Arnbjørn Svensson, Víkingur

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)

 

Pætur Petersen, KÍ Klaksvík

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

 

Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

 

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

 

Brandur Hendriksson Olsen hevur spælt 59 dystir og skorað seks mál fyri føroyska A-landsliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen