Klokkan 18 í kvøld verður eitt hondbóltsbrak, sum allir hondbóltshugaðir føroyingar gleða seg til. Nevnliga áttandapartsfinalan í HM í manshondbólti millum Ísland og Danmark.
Ìslendingar hava vónað, at stórspælari teirra, Áron Pálmarsson, sum hevur skotið 307 mál í 85 landsdystum á íslendska hondbóltslandsliðnum fór at verða tøkur til dystin ímóti Danmark, men so verður ikki.
Íslendska Morgunblaðið skrivar, at Àron Pálmarsson fekk eitt álvarsamt slag í andlitið í dystinum ímóti Kekkia í farnu viku, og fekk heilaskjálvta, og hevur verið undir læknaeftirliti seinastu dagarnar. Og nú er staðfest, at hann verður ikki við ímóti Danmark í kvøld.
24 ára gamli Áron Pálmarsson er eitt hitt størsta íslendska hondbóltstalentið nakrantíð í glæsuligu hondbóltssøguni hjá Íslandi. Hann hevur longu vunnið Champions League á tveimum sinnum við týska liðnum, THW Kiel. Áron Pálmarsson hevur eisini vunnið týska meistaraheiti, og týsku steypakappingina á tveimum sinnum við THW Kiel.