Aron var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Aron Clementsen legði upp til eitt mál og skoraði tvey, tá ið B71 vann ímóti HB

Eina løtu sá tað einki út hjá heimamonnunum, men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð á Sandi, vísti talvan 4-2.

Tað ger stóran mun hjá sandoyingum, at 23 ára gamli Aron Clementsen er komin at hjálpa til í barndómsfelagnum. Hann var við fyri fyrstu ferð í ár, tá ið B71 síðsta leygardag vann á útivølli ímóti AB, og í kvøld var hann sera eyðsýndur, tá ið næstbesta HB liðið vitjaði á Sandi.

Clayton Soares átti uppleggið, tá ið Aron Clementsen longu í 2. minutti legði B71 á odda.

Løtuna kring steðgin javnaði HB og legði seg framum 2-1. 18 ára gamli Leivur Fossdal Guttesen, sum fyri einari viku síðani flutti aftur í barndómsfelagið, eftir at hann hevur roynt seg í danska SønderjyskE, javnaði til 1-1 ein minutt undan steðginum, og tveir minuttir eftir steðgin legði Rói av Fløtum HB á odda 2-1.

Eitt stórt korter eftir steðgin javnaði B71. Clayton Soares, sum átti uppleggið.

 Eitt korter undan leikloki legði B71 seg framum 3-2. Clayton Soares skoraði, og Aron Clementsen átti uppleggið.

Heimaliðið hevði nógv fleiri hornaspørk og royndir ímóti málinum enn gestirnir, og í síðsta minutti staðfesti Aron Clementsen 4-2 heimasigurin.

HB hevur 18 stig, og B71 hevur 14 stig.

Í 11. umfari skal B71 spæla á útivølli ímóti 07 Vestur, og HB skal spæla á útivølli ímóti NSÍ.