Bert 16 ára gamli Aron Benjaminsen var ígjár fyrstu ferð partur av hópinum hjá Kristiansund til ein dyst í bestu norsku fótbóltsdeildini. Aron hevur áður verið partur av hópinum til ein dyst í fyrsta umfarinum í norsku steypakappingini.
Kristiansund vann ígjár 1-0 á Tromsø á heimavølli.
Kristiansund er nummar seks í deildini við sjey stigum.
Komandi mikudag spælir Kristiansund á útivølli dyst í steypakappingini móti Træff úr fjórðbestu deildini. So fáa vit at síggja um tað verður spælitíð til Aron hesaferð.
Aron Benjaminsen, ið hevur verið liðskipari hjá føroyska U17-landsliðnum spælir mest á høgra vongi.