Arrogansa mótvegis ekstremismu bar Svøríkisdemokratar á ting

Sviar eru skakaðir eftir ríkisdagsvalið sunnudagin, tá tað eydnaðist víðgongdu Svøríkisdemokratunum at fáa 20 sessir í ríkisdegnum. Tolsama svenska fólkaheimið er ikki so tolsamt meira, men gomlu flokkarnir kunnu takka sær sjálvum fyri, at soleiðis gekk, halda samfelagsfrøðingarnir, Jóanes N. Dalsgaard og Sámal Matras Kristiansen, tí teir gomlu flokkarnir róku láglønt og arbeiðsleys yvir í Svøríkisdemokratarnar

Uni Arge
-----------
 
Sunnukvøldið, tá úrslitið av svenska ríkisdagsvalinum fyri­lá, og greitt var, at Svø­ríkis­demokratarnir høvdu vunnið 20 sessir í ríkisdeg­num, skrivaði 17 ára gamla Felicia Margineanu á Face­book, at nú máttu fólk fara á gøturnar at mótmæla. Tús­und­tals fólk søgdu seg taka undir við henni, og mána­kvøldið kl. 18.00 helt hon røðu fyri 10.000 fólkum á Sergels torginum í Stokkhólmi, har hon bað øll steðga rasismuni í Svøríki.
 So skakkir eru sviar eftir, at hvørki borgarligi ella sosial­demokratiski vongurin fingu meirilutan á valinum, tí Svøríkisdemokratarnir komu á ting, at teir nú mótmæla einum lógliga valdum flokki. Svøríkisdemokratarnir fingu heili 5,7 prosent av at­kvøð­unum og settu gomlu flokkarnar í júst ta støðu, teir mest av øllum vildu sleppa undan at enda í. Inn­flytarafíggindaligi flokk­ur­in gjørdist tungan á vág­skál­ini.
Borgarliga stjórnin hjá Fredrik Reinfeldt má nú fríggja til Umhvørvisflokkin fyri at fáa meiriluta, og møgu­­liga má hon alla leiðina til Sosial­demokratarnar at vinna sær stuðul, bara so Svøríkis­demo­kratarnir ikki skulu sleppa fram at vald­­inum. Nýggi flokk­ur­in í ríkis­degnum er rætt og slætt ikki stovureinur polit­iskt, men at hann er vorðin veruleiki, kunnu flokk­ar sum Moderat­arna hjá Fredrik Reinfeldt og Sosialdemokratarnir hjá Monu Sahlin takka sær sjálv­um fyri.
 
Ófaklærd og arbeiðsleys
Tað halda ið hvussu er før­oysku samfelags­frøðingarnir, Jóanes N. Dalsgaard og Sámal Matras Kristiansen. Jóanes N. Dalsgaard heldur, at gomlu flokkarnir í Svøríki vóru arrogantir mótvegis Svøríkisdemokratunum í val­stríðnum, og hetta gav utt­an iva nýggja flokkinum við­vind undan valinum. Ser­­liga veljarar, ið eru sosi­alt illa fyri og kenna seg margi­naliseraðar í sam­felag­num, hava valt flokkin, heldur hann.
 – Eg kundi hugsað mær, at stórur partur av veljarunum hjá Svøríkisdemokratunum eru ófaklærdir løntakarar og arbeiðsleys. Hetta eru velj­arar, sum traditionelt hava verið sosialdemokratar, men sum kenna seg sviknar av teirri sosialdemokratisku akademiseringini. Hetta er tað, vit hava sæð í sambandi við Dansk Folkeparti í Dan­mark, og eg giti, at tað sama ger seg galdandi fyri Svø­ríkis­demokratarnar, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Sámal Matras Kristansen heldur tað ikki vera løgið, at Svøríkisdemokratarnir fingu sítt gjøgnumbrot nú, tí sama víðgongda rák hevur verið at sæð í nógvum evropeiskum londum. At gjøgnumbrotið ikki kom fyrr enn nú, kann standast av, at tinggátin í Svøríki er lutfalsliga høg. Svøríkisdemokratarnir vóru stutt frá at koma í ríkisdagin longu í 2006, og tá vunnu teir sær rættin at fáa floksstuðul. Hetta hevur heilt vist verið ein fyrimunur á valinum hesa­ferð, heldur Sámal Matras Kristiansen.
– Úrslitið vísir, at gomlu flokkarnir hava mist nógvar av sínum veljarum. Serliga tey lágútbúnu og arbeiðsleysu velja Svøríkisdemokratarnar, og tað kemst av, at hesi kenna á sín kropp, at inn­flyt­arar leggja trýst á ar­beiðs­marknaðin og vælferð­ar­tænasturnar. Svøríki hev­ur havt ein lagaligan inn­flytara­politikk, og nógv ræðast, at innflytarar skulu oyðileggja svenska fólkaheimið, sigur Sámal Matras Kristiansen.
 
Umdømið skalað
Svøríki hevur sostatt eins og Danmark fingið ein politiskan flokk, sum ber orð fyri at vera fremmandafíggindaligur, og spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka umdømið hjá Norðurlondum, ið jú eru høgt í metum kring allan heim, ikki minst fyri sítt frísinni og tolsemi. Jóanes N. Dalsgaard heldur ikki, at myndin av Norðurlondum fer at broytast stórvegis.
– Ekstremisman hevur framvegis trong kor bæði í Dan­mark og Svøríki. Sama rák sum í Svøríki og Danmark ger seg galdandi við nógv størri styrki aðrastaðni í Evropa. Trupulleikin hjá ekstremistunum í Norður­lond­um er, at teir eru ikki í nánd av stjórnarvaldinum. Til tess hava teir ov lítla undir­tøku. Skal hetta broyt­ast, má fara fram ein av­gerandi mentanarlig broyt­ing í Norðurlondum, og hana haldi eg ikki, vit síggja tekin um, sigur hann.
Sámal Matras Kristiansen vísir á, at víðgongda natio­nal­­­ist­iska rákið í Norð­ur­lond­­um sam­svarar væl við rákið í Hollandi, Belgia, Eysturríki, Sveis og eystur­evrope­isku londunum, ið hann kallar ekstremt national­popu­list­isk. Norð­urlond fylgja bara við í tí yvir­skipaða rákinum, og tí eru ikki ábend­ingar um, at Norður­lond eru ella verða so nógv øðrvísi enn onnur evropeisk lond.
– Púra vist er kortini, at hendan gongdin er ein smeitur fyri sjálvtilvitanina hjá teimum væl bjargaðu norð­­urlendingunum, ið fram­­vegis halda seg liva í tole­rant­um og vinarligum sam­fe­løgum, staðfestir Sámal Matras Kristiansen.
 
Ikki bannast
Í svenska valstríðnum hava mong kallað Svøríkis­demokratarnar rasistiskar, og somu herróp hava verið nýtt um Danska Fólkaflokkin. Mót­mælisgongurnar í Svø­ríki mánakvøldið høvdu eis­ini sum beinleiðis mál at steðga rasismuni í Svøríki, og spurn­ingurin er tí, um ein flokkur sum Svø­ríkisdemokratarnir hevur nakran veruligan til­­veru­rætt. Tað hevur hann avgjørt, heldur Jóanes N. Dals­gaard.
– Sjálvandi hava Svøríkis­demokratarnir tilverurætt, so leingi fólk velja teir, og so leingi teir ikki niðurlaga demokratiið. Veruligi vandin við víðgongdu flokkunum er ikki tann ekstremisma, teir leggja fyri dagin, men tann líkasæla og arrogansa, sum restin av samfelagnum vísir mótvegis ekstremismuni, sigur hann.
Sámal Matras Kristian­sen heldur, at tað hevði ver­ið ódemokratiskt, um bann varð sett fyri Svø­ríkis­­demo­krat­un­um, hóast flokk­urin ber orð fyri at vera rasist­iskur. Heldur er neyðugt at hyggja at, hvussu ein tílíkur flokkur kann fáa so stóra undirtøku.
– Neyðugt er at taka trupul­­­leikarnar hjá teim­um undir­priviligeraðu veljar­un­­um serisøst, tí tað eru hesir veljararnir, ið serliga velja nationalpopulistiskar flokkar. Hetta er serliga ein trupulleiki hjá sosial­demo­­­kratisku flokkunum. Eftir fyrra og serliga seinna heimsbardaga vóru tað sosial­demokratarnir, ið megn­­­aðu av geva teimum minni mentu eina vón um nak­­að betri, ið var eitt alterna­­­tiv til afturlítandi national­­ismuna. Nú hava tey undir­priviligeraðu mist álitið á yuppie-sosialistunum, og so fara tey aftur til national­ism­una, sigur Sámal Matras Kristiansen.
-----------------

FAKTA

Í svenska ríkis­deg­num eru 349 sessir. Á valinum sunnudagin fekk borgarliga stjórnin 172 sessir og vinstravongurin 157 sessir. Hvørgin vongurin fekk tí avgjørdan meiriluta. Svøríkis­demokratarnir fingu á fyrsta sinni sæti í ríkisdegnum við 20 sessum. Hevði borgarligi vongurin fingið bara tríggjar av sessunum hjá nýggja flokkinum, hevði hann varðveitt meirilutan. Fínteljingin kann tó broyta úrslitið.