Ársdagur: Hiroshima biðir um frið

ST-aðalskrivarin, António Guterres, legði krans við minnismerkið yvir tey mongu túsund, sum lótu lív av kjarnorkubumbunum.

Á einum minningarhaldi á 77 ára degnum fyri kjarnorkubumbuna, sum varð tveitt niður yvir japanska býin, Hiroshima, heita borgarar í býnum á heimin um frið.

 

Røður vórðu hildnar undir haldinum, og her vóru fleiri, sum søgdu seg stúra fyri, at ein nýggj kapprenning við kjarnorkuvápnum nú fer at taka seg upp.

 

Reuters veit at siga, at millum røðarar á minningarhaldinum í morgun var eisini ST-aðalskrivarin, António Guterres, sum legði krans við minnismerkið yvir offrini.

 

Undir haldinum vórðu eisini friðardúgvur sleptar á flog yvir minningarparkina í Hiroshima, har mong túsund lógu eftir á fyri 77 árum síðan.

 

Tað vóru amerikansk flogfør, sum kastaðu kjarnorkubumburnar yvir japansku býirnar, Hiroshima og Nagasaki, ávikavist hin 6. og 9. august í 1945.

 

##med2##

 

 

 

Tá kjarnorkubumburnar vórðu tveittar niður yvir býirnar, Hiroshima og Nagasaki.