Við einum 3-1 sigri á West Ham spældi Arsenal sær aftur upp á fjórða pláss, men hevur spælt ein dyst fleiri enn Everton.
West Hm legði seg annars á odda, tá Matt Jarvis skoraði og hótti við at senda Arsenal út í fimm league dystir uttan sigur.
Men Lucas Podolski javnaði bara tveir minuttir seinni fyri heimaliðið.
Olivier Giroud við góðum mæali og eitt aftrat frá Podolski avgjørdi til fyrimun fyri Arsenal, sum harvið kom fram um Everton við einum stigi, men teir hava sum nevnt leikt ein dyst fleiri enn Everton.
Liverpoolliðið spælir á heimavølli á heimavølli móti Crystal Palace í annaðkvøld, og kunnu tá fara tvey stig fram um Arsenal aftur.
Arsenal-West Ham 3-1 (1-1)
40. 1-0 Matt Jarvis
44. 1-1 Lucas Podolski
55. 2-1 Olivier Giroud
78. 3-1 Lucaas Podolski