Enskur fótbóltur segði í kvøld farvæl til triða av sínum fýra liðum í Champions League.
Útgangsstøðið var ikki tað besta hjá Arsenal, sum á heimavølli hevði tapt 3-1 móti Monaco.
Tí var trýstið á ensku favorittunum stórt undan seinna dystinum, men tað var um reppið, at teir kláraðu at basa Monaco.
Olivier Giroud skoraði undan steðginum, og so royndu gestirnir at leggja trýst á. 11 minuttir fyri dystarlok økti Aaron Ramsey, men hóast nógv trýst, so megnaði Arsenal ikki at skapa avgerandi møguleikan, og so er tað ístaðin Monaco, sum rættiliga óvæntað er at síggja í fjórðingfinaluni.