Arsenal-fjepparar í Havnar Bio

Leygardagin skipar fjepparafelagið Arsenal Føroyar fyri tiltaki í Havnar Bio Síðani fjepparafelagið Arsenal Føroyar var stovnað í vár, hevur nevndin arbeitt miðvíst við at fáa góðkenning frá Arsenal Football Club.

Í løtuni verður eisini arbeitt við at fáa eina heimasíðu at rigga, har ætlanin er at savna alt virksemi hjá Arsenal Føroyar og at kunna um felagið, tiltøk, tilboð, limaskap og annað, sigur felagið.

Nú er Premier League farin av bakkastokki fyrsta tiltakið hjá felagnum verður at vísa útidystin ímóti Tottenham leygardagin á stórum lørifti í Havnar Bio.

Tiltakið byrjar klokkan 13, og tá fer nevndin eisini fortelja um arbeiðið og ætlanir hjá felagnum.

Í hálvleikinum er eisini okkurt spennandi á skránni.

Tiltakið í Havnar Bio er eisini fyri komandi limir .