Londonliðið, Arsenal, hevur í dag spælt seg í hálvfinaluna í FA Cup við 4-1 sigri á Everton.
Tað sá annars ikki út til, at Arsenal skuldi vinna ein so tryggan sigur eftir fyrra hálvleik. Tí í steðginum var støðan 1-1, og Everton líktist einum vinnara. Ella í hvussu er einum liði, ið fekk møguleikan á heimavølli.
Men eitt brotsspark í øðrum hálvleiki koppaði dystin til fyrimun fyri Arsenal, og innan ein minutt móti endanum skoraði Giroud tvey mál, so endaliga úrslitið gjørdist heili 4-1.
Arsenal-Everton 4-1 (1-1)
07. 1-0 Mesut Özil
32. 1-1 Romelu Lukaku
68. 2-1 Mikel Arteta (brts)
83. 3-1 Olivier Giroud
85. 4-1 Olivier Giroud