Fyrru hálvfinalurnar hava verið í Europa League í kvøld. Arsenal hevði heima á Emirates vitjan av Atlético Madrid, meðan Marseille spældi ímóti Red Bull Salzburg.
Atlético Madrid-leikarin, Sime Vrsaljko, varð rikin av vølli longu eftir 10 minuttum, og løtu seinni reyk venjarin, Diego Simeone, sama veg. Eftir stóra Arsenal-yvirvág eydnaðist tað loksins Alexandre Lacazette at leggja heimaliðið á odda 1-0 eftir ein góðum tíma.
Arsenal stevndi ímóti sigrinum, men heldur óvæntað eydnaðist tað Antoine Griezmann at javna fyri gestirnar smáar 10 minuttir fyri leiklok, soleiðis at dysturin endaði við 1-1-javnleiki og Atlético Madrid nú hevur vunnið sær rímiligt útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni um eina viku.
Marseille vann 2-0 ímóti Red Bull Salzburg og hevur annað beinið í Europa League-finaluni. Málini hjá teimum skutu Florian Thauvin og Clinton Njie.