Arsenal leggur trýst á kappingarneytarnar

Mitt í viku tapti Arsenal fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Men 3-1 tapið í Sevilla tóktist ikki at darva, tá ið Arsenal seint seinnapartin vitjaði í Birmingham. Astan Villa legði seg beinanvegin á odda við máli, sum Craig Gardner skoraði, men undan hvíldini bæði javnaði Arsenal og skoraði til 2-1, sum vísti seg at verða sigursmálið. Málini skoraðu ávikavíst Mathieu Flamini og Emmanuel Adebayor.

Talan var um rættuliga góðan sigur, tí tað verður mett at vera millum torførastu avbjóðingarnar at spæla ímóti Aston Villa á Villa Park í Birmingham.

Stutt eftir døgurða vann Chelsea 1-0 á heimavølli ímóti West Ham. Hóast stórur munur er millum tey bæði feløgini á støðutalvuni, so kennist sigurin altíð serliga søtur í lokaluppgerðum í London. Einsamalla málið skoraði fyrrverandi West Ham spælarin Joe Cole.

Arsenal er oddalið við 36 stigum fyri 14 dystir. Chelsea er nummar tvey við 31 stigum fyri 15 dystir.

Á triðja og fjórða plássi í bestu eingilsku deildini eru Manchester United og Liverpool við 30 stigum. Manchester United hevur spælt 14 og Liverpool 13 dystir.

Í morgin fer Liverpool at spæla á heimavølli ímóti Bolton, og mánadagin fer Manchester United at fáa vitjan av Fulham.

Úrslit í dag: Chelsea-West Ham 1-0, Blackburn-Newcastle 3-1, Portsmouth-Everton 0-0, Reading-Middelsbrougt 1-1. Sunderland-Derby 1-0, Wigan-Manchester City 1-1 og Aston Villa-Arsenal 1-2.

Í morgin spæla Liverpool-Bolton og Tottenham-Birmingham. Mánadagin spæla Manchester United-Fulham.