Høgi og myrki framherjin á enska U17 landsliðnum spældi ein góðan dyst móti Finnlandi í Gundadali í gjár. Finnland kom á odda 2-1 í seinna hálvleiki, men so vendi dysturin. Ein av orsøkunum var ágangandi spælið frá Arsenal leikaranum við 10 talinum á rygginum, Christopher Regis.
Viðleikararnir rópa bara »Chris« á mannin, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki hegnisliga javnaði fyri Ongland. Hann hevur sína dagliga gongd í enska Premier League felagnum, Arsenal. Eitt felag, sum hevur fostrað nógvum góðum fótbóltsleikarum.
Kendist ikki við Føroyar
Hann er ikki so prátingarsamur, men roynur at svara greitt upp á spurningarnar. Hann kendist ikki við Føroyar áðrenn NM kappingina og hann undraðist eisini á hvat hetta var fyri eitt land.
– Nei, eg hevði ongantíð hoyrt um Føroyar fyrr, viðurkennur høgi onglendingurin.
Tað kemur sikkurt eisini sum eitt sjokk at lenda í Føroyum, tá ein til dagligt hevur sína gongd í einum av størstu feløgunum í Evropa og heimbýurin eitur London.
– Eg hugsaði fyri mær sjálvum um her mundu verða nakrir fótbóltsvøllir, heldur hann skemtiliga fyri.
Hann spælir til daglig á vanligum grasi, men hann er sinnaður at innrætta seg til føroyska undirlagið, sum er graslíki.
– Tað er bara eitt at gera og tað er at innrætta seg. Tað mugu vit allir, sigur hann stutt og greitt og tykist ikki síggja tað sum ein stóran trupulleika.
Stríðist fyri
sínum møguleika
Tá prátið fellur inn á framtíðina og framtíðamál er Arsenal framherjin lítillátin.
– Eg geri bara mítt besta hvønn dag og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur, sigur greiður á málinum.
Trýstið hevur mangan knakkað enska landsliðsleikarar, tá teir skulu umboða tær tríggjar leyvurnar á búmerkinum. Christopher Regis ætlar tó ikki at tað skal steðga honum.
– Tað er líka mikið hvørja troyggju tú letur teg í, so mást tú gera títt besta. Soleiðis havi eg tað eisini við ensku landsliðstroyggjuni, sigur Christopher Regis at enda.
Christopher Regis var eyðsýndur á vøllinum móti Finnlandi, men samlaða enska avrikið bar sum so ikki boð um nakra komandi Premeir League stjørnu – men tað er Christopher Regis nokk ikki heilt samdur í.