Arsenal misti í toppinum

Toppliðið var illa kroyst og megnaði bara 2-2 á útivølli ímóti Southampton

Tað var greitt frammanundan, at talan fór at verða um torføra avbjóðing, tá ið toppliðið í Onglandi í kvøld skuldi royna seg í Southampton, og soleiðis vísti tað seg at vera, tí úrslitið var 2-2.

Seinastu ferðirnar hevur tað gingið væl hjá Southampton, og síðstu løtuna í kvøld var um reppið, at tað eydnaðist at vinna øll stigini. Jose Miguel Fonte legði heimaliðið framum í 21. minutti. Beinanvegin eftir steðgin svaraði Arsenal aftur við tveimum málum, sum Olivier Giroud og Santiago Cazorla skoraðu, men leiðslan helt bara í tveir minuttir. So javnaði Adam Lallana, og eftir at Arsenal miðvallarin Mathieu Flamini tíggju minuttir undan dystarloki sá reytt, var tað heimaliðið, sum trýsti fyri at skora sigursmálið.