Arsenal nærkast nýggjum áleypara

Nógv bendir á, at Arsenal í næstum fer at keypa franskan áleypara

Arsenal hevði í fjør eitt heldur skuffandi kappingarár. Felagið endaði fyri fyrstu ferð undir leiðslu av Arsene Wenger uttanfyri tey fýra ovastu plássini, soleiðis at Arsenal komandi kappingarár ikki verður við í Champions League kappingini.

Ein av stóru trupulleikunum hjá Arsenal í fjør, var í álopspartinum. Felagið manglaði ein beinleiðis áleypara, og alt ov nógv hekk á herðunum á Alexis Sanchez, ið fyri tað mesta spælir á kantinum og annars er ein meira kreativur leikari, heldur enn ein beinleiðis boksspælari.

Tí hevur Arsenal síðani kappingarenda verið sett í samband við eina rúgvu av áleyparum. Serliga eru tað tó tveir áleyparar, ið hava gingið aftur seinastu tíðina. Talan er um fronsku Alexandre Lacazette og Kylian Mbappé.

Og har røkist nógv fyri nú, at Alexandre Lacazette fer at gera sáttmála við Arsenal. DailyMail skrivar í dag, at samskiftið millum Kylian Mbappé og Arsenal nú er vorðið kalt, og at Arsenal er byrjað at tosa sáttmála við Alexandre Lacazette.

Alexandre Lacazette skeyt 37 mál í 45 dystum fyri Lyon farna kappingarár, harav 28 av teimum vóru í fronsku Ligue 1.