Arsenal skal takast í álvara

Premier League: Arsenal vann í gjár fyrstu stigini í nýggju landskappingini í Onglandi

Í gjár var fyrsti dysturin í fyrsta umfari í Premier League. Arsenal vann 2-0 á Crystal Palace. Dysturin gav boð um, at Arsenal aftur skal takast í álvara, eftir nøkur misjøvn kappingarár. Felagið hevur annað summarið á rað brúkt flest pengar av feløgunum í Premier League.

 

Millum nýggju spælararnar eru Gabriel Jesus og Oleksandr Zinchenko, sum báðir eru komnir til frá Manchester City. Teir byrjaðu eisini báðir inni. Eftirmælið av dystinum er, at Arsenal í størri mun megnar at skapa og stýra einum dysti, enn undanfarnu árini.

 

Gabriel Martinelli legði Arsenal á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við stútara. Hann skuldi nokk havt skorað eitt mál frammanundan. Fimm minuttir fyri tíð gjørdi Crystal Palace sjálvmál og dysturin var avgjørdur.

 

Fleiri dystir verða í dag og í morgin. Í dag leggur Liverpool fyri við dysti móti Fulham. Seinasti dysturin í fyrsta umfari verður sunnudagin klokkan 16.30, tá West Ham tekur móti Manchester City.

 

Premier League 1. umfar:

 

Í gjár:

 

Crystal Palace – Arsenal 0-2

 

Leygardagin:

 

Fulham – Liverpool (12.30)

 

AFC Bournemouth – Aston Villa (15.00)

 

Leeds – Wolverhampton (15.00)

 

Newcastle – Nottingham Forest (15.00)

 

Tottenham – Southampton (15.00)

 

Everton – Chelsea (17.30)

 

Sunnudagin:

 

Leicester – Brentford (14.00)

 

Manchester United – Brighton (14.00)

 

West Ham – Manchester City (16.30)

 

1Arsenal11002:03
2Bournemouth00000:00
3Aston Villa00000:00
4Brentford00000:00
5Brighton00000:00
6Chelsea00000:00
7Everton00000:00
8Fulham00000:00
9Leeds00000:00
10Leicester00000:00
11Liverpool00000:00
12Manchester City00000:00
13Manchester United00000:00
14Newcastle00000:00
15Nottingham Forest00000:00
16Southampton00000:00
17Tottenham00000:00
18West Ham00000:00
19Wolves00000:00
20Crystal Palace10010:20