Arsenal hevur beina kós móti Champions League bólkaspælinum. Hóast nógv trýst hevur verið á Arsene Wenger og leiðsluni í Arsenal, eftir ósigurin fyri Aston Villa á heimavølli í Premier League, so vunnu teir í kvøld heili 3-0 á útivølli móti Fenerbahce í fyrra dystinum um at koma í Champions League bólkaspælið.
Umframt nógva trýstið, so hevur Arsenal eisini fleiri skaðar at dragast við. Tí kom tað eisini illa við, tá Laurent Koscielny í fyrra hálvleiki bleiv sparkaður í andlitið og mátti skiftast út. Einki mál kom í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki kom Arsenal av álvara fyri seg. Fyrst legði Kieran Gibbs Arsenal á odda seks minuttir inn í seinna hálvleik. Eitt lítið korter seinni økti Aaron Ramsey við skoti útifrá, sum málverjin helst skuldi havt tikið.
Eitt lítið korter fyri tíð staðfesti Oliver Giroud sigurin við brotssparki til 3-0. Sostatt hevur Arsenal beina kós móti bólkaspælinum í Champions League. Hetta gevur helst eisini Arsene Wenger og leiðsluni í felagnum fri at arbeiða eina løtu.
Champions League:
Fenerbahce – Arsenal 0-3 (0-0)
0-1 Kieran Gibbs, 51
0-2 Aaron Ramsey, 64
0-3 Oliver Giroud, 77 br
Dinamo Zagreb – Vienna 0-2
Ludogorets Razgrad – FC Basel 2-4
Schalke 04 – PAOK 1-1
Steaua – Legia Warsaw 1-1