Arsene Wenger hevur valt at hvíla Cesc Fabregas og Alexander Hleb. Kolo Touré hevur onkran minni snudd, men verður væntandi klárur til útidystin ímóti Reading um vikuskiftið. Tomas Rosicky hevur ein minni skaða, men hann verður eisini klárur aftur skjótt. Wenger byrjar væntandi inni við Theo Walcott og Eduardo, og fremst við Emanuel Adebayor. Í radiosamrøðu við BBC ávarar Wenger viðhaldsfólkunum ímóti, at tað verður líka lætt hjá Arsenal hesuferð. Arsenal vann heimadystin ímóti Slavia Prag við 7-0, sum var Champions League-met, inntil ígjár. Wenger eftirlýsir enn, sum áður ein steðg í januar, tí hann heldur, at dystarskráin er ov drúgv fyri bestu leikarnar í Premier League. Spurdur um kvotuna hjá FIFA, svaraði Wenger: ?Mín høvuðsábyrgd er at gera eitt gott arbeiðið fyri Arsenal, og at finna og framala tey bestu fólkini til Arsenal.?