Arsenal vil hava leikbann hjá Wenger útsett

UEFA hevur givið Arsenal venjarinum, Arsene Wenger, leikbann í tveir Champions League dystir. Arsenal vil nú hava UEFA at útseta leikbannið, so Arsene Wenger kann standa við róðrið í avgerandi dystinum móti Udinese í morgin.

 

Fraklendingurin, ið stendur á odda fyri Arsenal, fekk í fjør leikbann frá UEFA fyri at sín atburð eftir seinna dystin móti Barcelona í fjórðingsfinaluni. Leikbannið, ella venjarabannið, tók við í fyrra dystinum móti Udinese í undankappinigni til bólkaspælið í Champions League.

 

Til tann dystin sat Arsene Wenger á áskoðaraplássinum á Emirates leikvøllinum, men sambært UEFA hevur hann givið síðumanninum boð, sum síðani fór til bonkin við boðinum. Tað er brot á reglugerðina hjá UEFA.

 

Tí hevur 61-ára gamli Arsenal venjarin fingið eitt nýtt leikbann, sum er galdandi fyri teir komandi tveir dystirnar í Champions League.

 

Arsenal og Arsene Wenger eru ikki samdir við dóminum, tí sambært venjarinum, so bað hann um greið boð undan dystinum, hvat hann kundi og ikki kundi. Her vil fraklendingurin verða við, boðini frá UEFA vóru at hann kundi geva hjálparvenjarinum boð umvegis ein annan venjara.

 

Arsenal hevur tí søkt um at fáa leikbannið útsett, so Arsene Wenger kann standa á odda fyri Arsenal liðnum í annaðkvøld móti Udinese.

 

Skal Arsenal røkka bólkaspælinum í Champions League í ár, so skulu teir verja 1-0 leiðsluna móti Udinese frá fyrra dystinum í annaðkvøld. Fyri Arsenal er dysturin verdur góðar 200 milliónir krónur í inntøkum, um teir koma í bólkaspælið.