- Tað eru mennisku, ið hava størri visiónir enn menniskju kunnu rúma. Eitt tílíkt er Ólavur hátun, segði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, tá hann handaði ársins herðaklapp við FMA 2015.
FMA-nevndin, ið handar virðislønina legði dent á, at hansara størsta verk er tó Føroya Musikkskúli, ið gevur øllum føroyskum børnum møguleikan at fáa eina tónleikaliga uppaling.
Í slaka hálva øld hevur Ólavur Hátún verið slóðbrótari innan føroyskan kórsang og hevur stjórnað fleiri kórum.
Hann hevur í mong ár verið týðandi partur av ólavsøkuni, eitt nú í sambandi við sangin á tinghúsvøllinum og midnáttarsangin ólavsøkudag. Í fjør valdi hann tó at takka fyri seg sum dagligur kórleiðari í Havnarkórinum.