- Tey nógvu seinastu árini hevur Vikublaðið havt kappingina Ársins Jólahandil koyrandi í hvørjum Vikublað í heili seks vikur - frá fyrst í november til nakað inn í desember.
Tað sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari í Miðlahúsinum.
- Konseptið riggar sera væl, og vit fara at halda fast við sama konsept í ár sum í 2012, tá handilin hjá Sirri (mynd) vann heiðurin “Ársins Jólahandil”.
Marknaðarleiðarin sigur, at vinningurin í fjør var eitt gávubræv frá Koks á Hotel Føroyum fyri 15 fólk, har tey fingu átta rætta matarskrá.
- Í ár er vinningurin ikki minni góður, tí vinnandi handlin fær eitt gávubræv fyri 12 fólk til níggju rættaða matarskrá á Koks.
Birgir sigur, at í ár byrjar kappingin 4. november og endar 9. desember.
- Lurtararnir hjá Rás2 verða heldur ikki í ár fyri vanbýti í ár, tí hvørja viku fara vit at hava eina morgunsending, har vit burturluta gávubrøv frá fyritøkum, sum eru við í kappingini.
Marknaðarleiðarin sigur, at longu nú hava nógvir handlar teknað seg til kappingina um at gerast “Ársins Jólahandil”, men freisin er ikki úti enn.
- Í løtuni kann eg ikki siga neyvt, hvussu nógvir handlar verða við, sigur Birgir Waag Høgnesen við in.fo