Ársins málverji til Íslands

Ársins málverji í føroyskum fótbólti farna kappingarár skal spæla við Keflavík

Mathias Rosenørn hevur skift KÍ út við Keflavík í Íslandi. Tað boðar felagið frá í dag. Hann bleiv valdur til ársins málverja í bæði 2021 og 2022.

 

KÍ og Mathias Rosenørn hava verið í samráðingum í tveimum førum um nýggjan sáttmála fyri komandi kappingarár, men tað bar ikki á mál. Sum skilst, so metti KÍ at málverji setti ov høg lønarkrøv. Nú skal Mathias Rosenørn spæla við Keflavík, sum endaði ovast í niðurflytingarbólkinum.

 

KÍ hevur síðani fingið Róa M. Hentze og er sett í samband við Markus Pettersen. Hann hevur spælt nakað við eykaliðnum hjá Brann og hevur sáttmála fyri 2023. Tí skal ein semja finnast við Brann, um Markus Pettersen skal spæla við KÍ.