ArtiCon dýpa havn í Hetlandi

Hetland kann gerast ein nýggjur marknaður hjá føroyskum fyritøkum

Jan Müller

Føroya Tele er longu komið inn á markn­að­in ­við sín­um tæn­­ast­­um, og nú fylg­ir bygg­­­i­­fyr­­i­­tøk­­an Art­­icon­ eft­­ir. Í báð­um før­um er tal­an um virk­­semi, ið hevur til­knýti til menn­­andi olju­vinn­una.
Byggifyritøkan Articon hev­­ur fing­­ið ein sátt­­mála í Het­­landi. Hetta veit heima­­síð­an Shet­­land News at siga frá. Tal­­an er um at dýpa havn­­ina í Scal­lo­­way fyri at skapa betri um­støð­ur hjá eitt nú veit­­ing­­a­r­­skip­­um í olju­vinn­uni vest­an fyri Het­land at leggja at har. Talan er um ein sátt­­mála upp á um­­leið 27 mill. kr. Niclas Jo­en­sen, fíggj­ar­leið­ari hjá Arti­con sigur við Dimma­lætt­­ing, at sáttmálin er eitt stig á leiðini út á bygg­i­­markn­­að­­in í út­landi­num. Ar­­beiðið byrjar í apríl-mai og held­­ur fram árið út sigur fíggj­­ar­­leið­ar­in við blaðið.
Robert Sinclair, sum starv­­ast hjá het­lendsku mynd­­ug­­lei­k­­­u­num, sigur sam­­bært Shet­­land News, at sátt­­mál­in við før­oysku fyr­i­­tøk­una hev­ur stór­an týdn­ing bæði fyri Scallo­way og fyri Het­­land. Við hes­um sip­ar hann m.a. til nógva olju­virk­­sem­ið, sum hevur tikið seg upp og fer at mennast ser­­stak­­liga vest­an fyri Het­land. Út­­bygg­ing av bæði olju- og gass­­keld­­um gev­­ur eis­­ini nógv­­ar møg­­u­­leik­­ar fyri virk­­semi í Het­­landi, og her hava at­løg­u­pláss sum tað í Scalloway stóran týdn­­ing.
Articon er ikki fyrsta før­oyska fyr­i­tøk­an, sum hevur fing­­ið annað beinið inn á het­­lendska markn­að­in, tá tað ræður um at veita tæn­ast­­ur, sum hava við menn­ing av olju­vinnuni at gera. Før­oya Tele hevur longu nógv virksemi bæði til havs og á landi í Hetlandi. Hetta eru tel­e­tæn­astur, ið eru knýttar at kað­al­i­num Før­oya Tele hevur lagt millum lond.
Áhugavert verður at fylgja við, í hvønn mun før­oyskt vinn­u­lív í fram­tíð­ini fer at vera partur av út­bygg­ing­­um í Hetlandi, her ikki minst innan olju­vinn­una. Í løtuni verða bygd­ar í­búð­ir í Sull­om Voe, ið skulu hýsa umleið 800 fólk­um, ið skulu byggja ein nýggj­an gass­termi­nal í øki­num. Nógv fólk er kom­ið utt­aní­frá at ar­beiða. Spurn­i­ng­ur­in er so, nær før­oy­i­ngar eis­ini fara at síggja og troyta møguleikan fyri at vera við í slíkum ú­t­bygg­ing­um. Sum er starv­ast nógv­ir før­oy­ing­ar í Nor­egi, har menn­ing­in av olju­vinn­uni gev­ur nógv nýggj arbeiðspláss.
[email protected]