At byggja til ásetta tíð og til ásettan prís. Hetta hevur verið vørumerkið, sum hevur gjørt Articon til Føroya størstu byggifyritøku.
Tað skrivar Eyðfinnur Reyðberg í greining í Vinnuni í Sosialinum í dag, har byggivinnan í Føroyum verður greinað.
VINNAN, sum er eykablað í Sosialinum eina ferð um mánaðin, viðger byggivinnuna hesaferð, og ein av fyritøkunum, sum verður greinað, er Articon:
Byggifyritøkan Articon í Havn er størsta byggifyritøka í landinum. Henda positión er staðfest eftir 15 árum, síðan teir báðir Jón Sigurdsson og Niclas Joensen settu byggifyritøkuna Articon á stovn í 2001.
Síðan tá hevur tað støðugt gingið framá hjá byggifelagnum, sum hevur heimstað í Tórshavn, og ongantíð hevur virksemið verið so nógv sum júst nú.
Í 2014 var bruttovinningurin hjá Articon 74 milljónir krónur, og av hesum vóru 60 milljónir krónur útgoldnar í lønum til 155 starvsfólk.
Tvey ár frammanundan var starvsfólkatalið 106, og í dag eru um 200 fólk í starvi hjá Articon.
Tað er Jón Sigurdsson, sum hevur verið stjóri í fyritøkuni øll árini síðan stovnan, meðan hin eigarin Niclas Joensen hevur tikið sær av fíggjar- og fyrisitingarliga partinum.
Tað man eisini verða samanrenningin millum góða arbeiðs- og fyrisitingarliga leiðslu, sum teir báðir hvør í sínum lagi standa fyri, sum hevur givið gróðrarbotn fyri at Articon hevur inntikið føroyska fyrstaplássið í byggivinnuni.
Har vit frammanundan máttu til Danmarkar at fáa hjálp hvørjaferð okkurt størri byggiarbeiði skuldi fremjast, hevur Articon gingið á odda at vísa, at tað í dag als ikki er nøkur orsøk til at biðja útlendingar koma til Føroya at byggja.
At Føroyar í dag hevur fleiri stórar byggifyritøkur, sum megna at átaka sær stór arbeiði bæði í Føroyum og uttanlands, hevur stóran týdning fyri menning av føroyskari vinnu. Tað sæst eisini, at donsku byggifeløgini, sum høvdu góðar dagar í Føroyum áðrenn ár 2000, hava pakkað saman og eru ikki longur aktiv í Føroyum.
At tað skal nógv til at reka eina sterka byggifyritøku sæst á javnanum hjá Articon. Felagið hevur 76 milljónir krónur bundnar í fasta ogn og arbeiðsamboð, og hevur samanlagt ein javna uppá 159 milljónir krónur.
Tøka gjaldførið hjá Articon er 30 milljónir krónur, og felagið hevur eina bankaskuld upp á 59 milljónir krónur.
Soliditeturin er í dag 23 prosent, og eginognin 37 milljónir krónur.
Articon hevur seinastu 10 árini havt eitt samlað avlop áðrenn skatt upp á knappar 60 milljónir krónur, og hevur seinastu fimm árini útgoldið góðar 23 milljónir krónur í vinnings- býti.
Nógv meira fæst at vita um føroysku byggivinnuna í Sosialinum, sum kom í gjárkvøldið, og sum fæst í leysasølu kring landið.
Sosialurin fæst eisini í e-útgávu á www.sos.fo