Nú kom Vinnudagurin 2008 at enda í Norðurlandahúsinum.. Heiðurin av at kunna kalla seg Ársins Átak 2008 fekk Sp/f Decision 3 og Ársins Virki gjørdist Articon Tað var sum at síggja eina filmslýsing úr Hollywood, tá Ársins Virki skuldi kunngerast. Ein stuttfilmur var framleiddur, ið at enda gjørdi greitt, at Articon gjørdist stóri vinnarin í ár.
Virkið var stovnað í 2001, og hevur ment seg líka síðan. Jón Danielsen er stjóri og helt røðuna, eftir heiðurssteypið var handað. Sum Vinnudagurin í ár eisini hevur snúð seg nógv um, nevndi hann at Articon stremdi móti nýskapan og nýhugsan. ? Tað ræðir okkum, tá einki hendir.
Millum luttakararnar, ið vóru í Norðurlandahúsinum, var greið semja um at Articon var millum framligu boðini uppá Ársins Virki. Og heiðurin var uttan iva uppiborin.