Artimetis Investments vitjar Sjómannadagin

Á Føroya Sjómannadegi leygardagin 21. august verður stór móttøka fyri Livari Nysted og Leven Brown, skipara á Artimetis Investments, sum saman settu nýtt heimsmet við at rógva tvørtur um Atlantshavið

Skráin fyri Sjómannadagin byrjar longu mikudagin 18. august við stórari fiskikapping á Kósabrúnni. Eftir fiskikappingina fara børn og vaksin umborð á nøkur sjórænaraskip, og so verður stórt vatnkríggj á Vágni.

Leygardagurin 21. august er fyltur við kappingum og framsýningum av ymsikum slagið á Stangabrúnni í Klaksvík. Harafturat er nógv virksemi á Vánni og aftur í ár vitjað stóru træseglskipini og føroyskir træbátar á Sjómanna degnum.

Leygardagin 21. august klokkan 13 verður stór móttøka fyri Livar Nysted og Leven Brown sum í við bátinum Atemis Investments, róðu úr New York í USA til Falmouth í Ongland.

Livar og Leven koma rógvandi inn eftir vágni og leggja at bryggju við stóra pallin á Stangabrúnni. Har verður báturin drigin upp á land og Sjómannadagurin heiðrar Livari og Leven. Síðani verður høvið at síggja heimskenda bátin, Atemis Investments, sum verður sýndur fram á bryggjuni saman við Dianu Victoriu, sum Ovi Joensen, sáli, róði úr Føroyum til Keypmannahavnar. Eisini verður Rospiggen II sýndur fram á bryggjuni. Rospiggen II er báturin, sum Aina Cederblom í 1933 silgdi úr Svøríki til Føroya og so víðari til Grønlands.

Almenna skráin verður í Norðlýsinum, sum verður borið í hvørt hús í Føroyum mikudagin 16. august.