Arvafíggindar spældu javnleik

VÍF og Kyndil spældu javnt í Vestmanna, og tað smakkaði væl betur hjá heimaliðnum enn hjá gestunum

Lítla vónin hjá Kyndli um at toga seg fram i FM-finaluna fekk enn eitt skot fyri bógvin, tá Kyndil í dag vitjaði í Vestmanna.

 

Her endaði tað nevnliga við javnleiki í einum dysti, har tað aftur varð prógvað, at dystirnir millum hesi liðini eru nakað serligt.

 

Fyrstu løtuna var tað annars VÍF, sum spruttaði meira, og Kyndil skoraði bara tvær ferðir fyrsta korterið. So líðandi fingu teir grønu tó betur fatur á spælinum, og teir lótu ongan tíð VÍF renna avstað.

 

Eftir steðgin endurtók søgan seg, tá VÍF mest sum spurtaði avstað, men hóast teir komu fýra mál framum, so svaraði Kyndil aftur, og seinastu 10 minuttirnar var púrt eingin munur á liðunum. Kyndil misnýtti brotskast, tá teir kundu leggja seg á odda 23-22, men ístaðin gjørdist talan um fimm sera spennandi minuttir móti dystarenda. Tá megnaði hvørgin parturin av skora í fýra minuttir, men seinasta minuttin skutu tey eitt mál hvør. Javnleikurin ber við sær, at VÍF enn heldur rimmarfasta um oddasessin, meðan Kyndil hinvegin misti enn eitt týðandi fet í royndini at bjóða KÍF av.

 

Besti málskjúttin hjá VÍF varð Julian Olsen, sum skeyt fimm mál. David Edvardsen skeyt sjey mál fyri Kyndil.

 

VÍF-Kyndil 23-23 (10-9)