Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
- Eg havi góðar vónir um, at Suðuroyggin fær ein undirsjóvartunnil og harvið fast samband við meginøkið og hinar oyggjarnar.
Tað sigur Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu.
Hon vísir á, at nú koyrandi verður millum Sandoynna og meginøkið í desember í ár, er fyrsta stigið tikið fyri at arbeiða víðari, so Suðuroyggin eisini verður partur av samfelagskervinum.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
- Tað hevur alstóran týdning, at ein undirsjóvartunnil kemur.
Í dag er lýst við, at Smyril siglur við minni kraft - at veðrið er ringt, og tí mugu fólk, sum eru heima um vikuskiftið, avstað ein tíma fyrr.
Hetta merkir, sigur borgarstjórin, at fólk mugu verða á bryggjuni sunnudag klokkan 14.30 fyri at sleppa norður aftur til arbeiðis dagin eftir.
- Hetta er ikki haldbart, og hetta ger, at fólk velja at búseta seg aðrastaðni.
Ása Holm sigur, at tað tekur longri tíð hjá suðuroyingum at ferðast aftur og framm við Smyrli, enn tað tekur at ferðast úr Føroyum til Danmarkar.
- Tá okkara ungu hava nomið sær útbúgving í øðrum londum, er tað í meginøkinum tey ynskja at búseta seg, tí tað tekur alt ov langa tíð at ferðast ímillum.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
- Ein undirsjóvartunnil fer at hava alstóran týdning og verður avgerandi fyri Suðuroynna. Tunnilin fer at geva okkum, sum búgva her, somu møguleikar sum øðrum oyggjabúgvum í Føroyum.
Ása Holm sigur, at ein undirsjóvartunnil er neyðugur fyri at fáa ungfólk at búseta seg í Suðuroynni.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
- Nakað av peningi er sett av til kanningar í samband við ein Suðuroyartunnil. So er at vóna, at vilji er til at finna eina loysn og ein leist, sum kann gagna bæði suðuroyingum og øllum Føroya fólki.
Borgarstjórin í Porkeris kommunu ásannar, at Suðuroyggin ongantíð áður hevur verið so væl umboðað politiskt sum í dag.
- Eg vænti at kunna koyra úr Suðuroy og til meginøkið í 2034, sigur Ása Holm.