Føroysk ítróttarfólk klára seg framúr væl uttanlands. Tað er mangan staðfest, og varð tað aftur um vikuskifti, tá tann 19 ára gamli leirvíkingurin Ásbjørn Hansen, saman við SGI úr Esbjerg vann meistaraheitið fyri lið í Danmark.
Her heima kenna føroyingar Ásbjørn Hanen frá svimjilandsliðnum, sum hann svam fyri á Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar.