info
Ongi úrslit

Asbjørn og Jón Krosslá til AB

Argjamenn hava lagt afturat hópinum undan kappingarbyrjan

Tróndur Arge
6. mars 2020 kl. 17:59
AB hevur fingið tilgongd av Asbjørni Heðinson úr 07 Vestur, og Jón Krosslá Poulsen. Asbjørn Heðinson hevur vant við AB seinastu tíðina, meðan Jón Krosslá Poulsen ikki hevur verið partur av uppstartinum. Tað hava eisini verið avbjóðingar við spæliloyvinum hjá Silasi Eyðsteinssyni og Bjarta V. Mørk, sum báðir eru komir til felagið í vetur. Í upptaktini í Sosialinum í gjár vóru teir mettir sum ivasamir, men her eru loyvini komin upp á pláss. Tað er enn ivasamt um spaniólin, sum er komi til frá B68, Pedro Taracon Anton, hevur øll loyvi til at spæla í sunnudagin. Fyribils meldingin av Argjum er, at hann kann spæla í 1.deild, men ikki í Betri deildini. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevði Heðin Stenberg sum varamann í málinum. Hann bleiv illa skaddur í fjør og verður málmansvenjari hjá felagnum í ár. Argjamenn fáa vitjan av TB sunnudagin klokkan 15.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

18 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

5 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

6 tímar síðan