Aserbadjan er favorittur móti Føroyum

Klokkan 14 í morgin spæla føroysku kvinnurnar Nations League dyst móti Aserbadjan við Djúpumýru í Klaksvík

Seinnapartin klokkan 14 í morgin spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í Nations League á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

Dysturin verður ímóti Aserbadjan. Spennandi verður at síggja hvussu vøllurin fer at roynast kvinnulandsliðnum. U21-landsliðið hevur staðið seg væl í dystunum við Djúpumýru.

 

Tveir teir fyrstu dystirnir í hjá føroysku kvinnunum í bólki 3 í Deild C í Nations League eru endaðir við teprum 0-1 tapum.

 

22. september taptu Føroyar 0-1 fyri Montenegro á Tórsvølli, og fýra dagar seinni taptu Føroyar 0-1 fyri Kýpros á útivølli. 

 

Undan dystinum í morgin hava Aserbadjan og Kýpros fýra stig hvør, Montenegro hevur trý stig og Føroyar eru aftast við ongum stigi.

 

11 altjóða veddingarfyritøkurnar, ið lata odds upp á dystin við Djúpumýru í morgin hava Aserbadjan sum favoritt.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 4,00.

 

Miðaloddsini upp á aserbadjanskan útisigur eru 1,87.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott føroyskt úrslit eru 3,34.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##