- Øll hava verið positiv - bæði tónleikarar og vitjandi. Umstøðurnar hava verið í topp, og tónleikurin frálíka fjøllbroyttur. Øll kundu bara ferðast í góða veðrinum millum Miðlahúsið, Tjóðpallin, Margarinfabrikkina, Posthúsið og Cippo, sum tey høvdu hug, og velja júst tann tónleikin, tey vildu hoyra, sigur Bogi.
Enn er ikki greitt, júst hvussu mong atgongumerki vórðu seld, men fíggjarliga hekk Asfalt saman sum vónað. Bogi metir, at í alt vóru eini 5000 fólk tilsamans á Asfalt, og leggur afturat, at nú verður farið undir at meta um tiltakið og so smátt byrja at fyriskipa Asfalt 2007.
Myndatekstur:
Bogi Andreasen, ið hevur staðið á odda fyri fyrireikanini av Asfalt, ásannar, at tað hevur verið strævið: - Men júst nú eri eg avgjørt ikki troyttur og kundi hildið fram beint nú við at fyrireika Asfalt 2007. Hósdagin var eg tó ræðuliga troyttur, men tíbetur eydnaðist alt væl.