Fólk, ið skulu koyra gjøgnum Miðvág, til dømis um onkur hevur ørindi á flogvøllinum, mugu kanska brynja seg við toli komandi dagarnar.
Vága kommuna er í dag farið undir at fresa og asfaltera vegin gjøgnum Miðvág, og sum vera man fer hetta at ávirka ferðsluna meðan arbeitt verður.
- Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur í eina tíð verið í sera ringum standi. Í vetur hava arbeiðsfólk hjá kommununi skift øll brunnalok og ristir eftir vegnum, og hetta arbeiði hevur tarnað ferðsluni eitt sindur, eins og nógvu skurðirnir í vegin, hava gjørt hann óslættan at koyra eftir, skrivar Vága kommuna.
Í dag er so arbeiðið farið í gongd, og vegurin verður fyrst fresaður, síðani asfalteraður og so uppmerktur av nýggjum.
Arbeiðið at fresa vegin er mett at taka eina viku og síðani skal vegurin asfalterast og nýggj uppmerking gerast. Ferðslan verður tí allarhelst nakað tarnað komandi tvær vikurnar ella so.