Asfaltera á Stangavegnum í morgin og týsdagin

Partur av Stangavegnum verður stongdur fyri ferðslu.

Vegna asfaltering verður partur av Stangavegnum stongdur fyri ferðslu, upplýsir Klaksvíkar Kommuna.

 

 

Talan er um strekkið, sum sæst á myndini omanfyri. Kunnandi skelting verður sett upp, og víst verður til Skáltavegin í hesum tíðarskeiði.

 

 

Partur av Stangavegnum verður stongdur fyri ferðslu mánadagin 29. og týsdagin 30. oktober.