Asfaltverkið umhvørvisgóðkent

Umhvørvisstovan hevur nú givið asfalt- og skervverkinum í Hundsarabotni umhvørvisgóðkenning fyri sína framleiðslu.

Alt virksemi hjá Landsverki í Hundsarabotni umfevnandi grótbrot, skervverk og asfaltverk er nú umhvørvisgóðkent av Umhvørvisstovuni.

Endamálið við eini umhvørvisgóðkenning er at fáa burðardygga framleiðslu, sum tryggjar, at tilfeingið verður gagnnýtt best møguliga, samstundis sum tiltøk verða gjørd fyri at fyribyrgja ampum og avmarka dálking av umhvørvi, sum kann standast av virkseminum.

Landsverk sigur, at góðkenningin er úrslit av eini langari tilgongd, sum byrjaði heilt afturi á vári 2011. Fyrstu tíðina varð dentur lagdur á at nýta sum minst av orku til framleiðsluna, og harvið minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Eisini varð dentur lagdur á at endurnýta sum mest av tilfari í framleiðsluni, og sum dømi verður nevnt, at nógv av dustinum, sum stavar frá skervframleiðsluni, verður endurnýtt í asfaltframleiðsluni. Síðani 2014 hevur Landsverk eisini endurnýtt gamalt asfalt.