Tá hann fór fyrsta túrin av Skopum varnaðist manningin, at eitt hvørt var áfatt við øðrum asimuttinum. Ein asimuttur er motorur og róður í einum, eins og ein páhangsmoturur. Teistin hevur tveir slíkar.
Teistin helt kortini leiðina fram til Gomlurætt, har brekið varð umvælt.
Eftir hálvan tíma seinking fór Teistin aftur í sigling.