Askham's smiðja

Tórshavnar alfrøði

Askam`s smiðja var ”úti í Grind”. Søgan um smiðjuna er hendan: Thomas Askham, sum stovnaði smiðjuna, varð føddur í Vági í 1865. Í 1882 flutti hann til Havnar og fór í smiðjulæru hjá »Smed Jensen« í Smiðjuni í Lítluvík.
 
Í 1889 flutti Thomas Asham til Leith í Onglandi, og búði har til hann í 1898 flutti heim aftur at búgva. Heimkomin var hann við til at byggja skipasmiðjuna í Vestmanna og á Skála.
 
Í 1905 flutti hann aftur til Havnar at búgva og fór at arbeiða í gomlu smiðjuni hjá Magnus Sivari »úti í Grind«. Í 1908 keypti Thomas smiðjuna frá Magnusi Sivari, og byrjaði sjálvur egna smiðju undir navninum »Askham's smiðja«
 
Í 1942 broytti smiðjan navn og kom at eita »Th. Askham & snr.«. Synirnir Simon William Askham, Thorstein Askham og Tummas Juel Askham »Ullaba« yvirtóku smiðjuna tað árið, pápin gavst. Askham's smiðja var virkin til 1970.
 
Eftir tað hevur verið ymiskt virksemi í húsinum. Nevnast kann dansistaðið Kvøldlot, sum var væl umtókt dansistað upp gjøgnum 80-ini. Í dag er m.a. matstovan ”Gourmét” á sama stað.
 
Leggjast skal afturat, at fyrsta sveisitólið kom til landið í 1914, og var tað Thomas Askham, sum innflutti tað.