Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen gjørdist fyrr í dag sigursmálskjútti hjá Piteå í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Piteå spældi í dag dyst á útivølli móti IFK Norrköping.
Josefine Johansson legði Piteå á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Heimaliðið javnaði til 1-1 í 67. minutti, men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Ásla álitið at skjóta brotsspark fyri Piteå. Hon sveik ikki, men setti bóltin í netið til tað sum bleiv sigursmálið hjá Piteå.
Piteå er nummar sjey í deildini við 14 stigum fyri 10 dystir.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagar hennara í BK Häcken dyst á útivølli móti botnliðnum, Linköping. Häcken kann við sigri vinna seg upp á annað plássið við 21 stigum.