Ásla: Vilja geva alt

Uppgávan er ein hin størsta nakrantíð, tá A-landsliðið við kvinnum fer á vøllin fyri seinastu ferð í ár

Tað er ein risastór uppgáva og uppliving, sum bíðar føroysku kvinnunum á Estadio La Cartuja de Sevilla í annaðkvøld. Spanska mótstøðuliðið hevur víst sína styrki og vunnið allar sínar undankappingardystir higartil uttan himpr. Tað gjørdi seg eisini galdandi, tá liðini hittust á Tórsvølli í september og gestirnir fóru avstað aftur við einum 10-0 sigri í skjáttuni.

 

Síðan tá hava Føroyar spælt móti Skotlandi, Ukraina og Ungarn. Enn er onki stig komið á kontuna, men stríðsviljin hevur verið sjónligur í øllum dystunum, og harumframt eru kvinnurnar eisini komnar á máltalvuna tvær ferðir; á Hampden Park móti Skotlandi og á Tórsvølli móti Ungarn.

 

Tað er tó ongin loyna, at Spania er í heimsflokki og ein stórur biti hjá føroyska liðnum. Hetta ræðir tó ikki føroysku spælararnar, sum fara á vøllin fyri at geva alt, sum tær eiga.

 

– Vit vita, hvussu ótrúliga dugnaligar, tær sponsku spælararnir eru. Vit hava sjálvar følt tað á vøllinum, og nú eru vit so eisini á útivølli, so hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum.  Men samstundis er hetta ein spennandi uppgáva og ein uppliving. Vit mennast í heilum sum hópur og lið, og tað arbeiða vit hart fyri at vísa á vøllinum eisini. So vit geva veruliga alt, sum vit eiga, fyri at gera tað trupult fyri tær at spæla ímóti okkum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum.

 

Í dag hevur landsliðið vant á leikvøllinum og lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin, sum verður spældur í annaðkvøld, hóskvøldið 25. november.

 

Dysturin millum Spania og Føroyar verður spældur á Estadio La Cartuja de Sevilla kl. 20.00 føroyska tíð, og til ber at stroyma hann á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.