Asta í Kioskini 80 ár

Í dag, mikudagin 18. august, fyllir ein kend býarmynd í Havn 80 ár.

Talan er um Astu Jacobsen ella Astu í Kioskini, sum hon eisini verður nevnd. Asta hevur so at siga alt sítt lív arbeitt í Kioskini á Vaglinum.


Tað var pápi Astu, Jacob Danielsen, sum bygdi kioskina í 1935, og hann rak hana til hann andaðist í 1945. Síðan 1948 hevur Asta rikið kioskina - í mong ár saman við manninum Poul Nikláa Jacobsen, sum andaðist í 2001.


Í sambandi við broytingar og umbyggingar á Vaglinum er kioskin flutt nakrar ferðir hesi 75 árini, men í dag stendur hon aftur á sama staði, har hon upprunaliga varð sett í 1935.


Kioskin var í mong ár ein týðandi miðdepil í Havn. Fólk stóðu í bíðirøð fyri at fáa tær nýggjastu avísirnar og tey donsku vikubløðini.


Umframt børnini Sigrun, Djóna og Marionnu eigur Asta eisini ommubørn, sum hon gongur høgt upp í. Hóast høga aldurin er Asta so at siga hvønn dag til arbeiðis í kioskini.


Føðingardagin er Asta burturstødd.