Aston Villa vil hava Laursen at gevast á landsliðnum

Í 2004 fór Martin Laursen úr AC Milan, og skrivaði undir sáttmála við Aston Villa. Laursen var illa skaddur tey trý fyrstu kappingarárini, men hetta kappingarárið hevur Laursen víst stórspæl. Tó eru beinini so mikið veik av skaðunum hann hevur havt, at hann venur ikki meir enn hægst neyðugt. Tí hevur hann heldur ikki verið við í hvørjari venjing hjá danska landsliðnum, sum leikar ímóti Kekkia á SAS-arena í Herning í kvøld. Aston Villa trýstir nú hart fyri at fáa Laursen at gevast at leika landsdystir, tí teir meta tað verða ov belastandi fyri veiku beinini, men hetta vil Laursen ikki hoyra talan um: ?Tað er so ikki upp til teir. Tað stendur ongastaðni, at eg bara má leika fyri felagsliðið. So leingi eg eri likamliga væl fyri, og tað ikki er vandi fyri, at eg ikki kann leika fyri felagsliðið, so eri eg tøkur á landsliðnum.? Martin Laursen hevur sáttmála við Aston Villa til 2010.