Í dag hevur stóra ESL Pro League finalan verið á Fjóni í Danmark. Hetta var altjóða finalan í nógv spælda telduspælinum, Counter-Strike: Global Offensive, og um 5.000 áskoðarar vóru møttir upp til stóra tiltakið.
Ikki yvirraskandi var tað danski e-sport-stoltleikin, Astralis, sum fór við øllum í kvøld. Teir vunnu 3-1 á Team Liquid.
Hálvføroyski Lukas Egholm er liðskipari hjá Astralis, og hann kann nú saman við hinum fýra á liðnum fegnast um tær 1,6 milliónirnar, sum vórðu latnar vinnaranum. Ikki nokk við tí, so fingu teir heili 6,5 milliónir aftrat í bonus, tí við dagsins sigri tryggjaðu teir sær tað sokallaða Intel Grand Slam heitið, sum mann fær eftir at hava vunnið fýra út av 10 stórum altjóða kappingum.
Lukas Egholm Rossander er sum vera mann glaður fyri at sleppa at lyfta hetta søguliga steypið.
- At vinna Intel Grand Slam heitið hevur alt at siga. Tað var hetta málið, vit settu okkum í byrjanini av 2018. Nú eru vit í søgubókunum, og tað er nakað, vit ongantíð tordu at droyma um. Hetta er sum at vinna Champions League á heimavølli, um eg skal seta tað í perspektiv, sigur Lukas Egholm við DR.dk.