Tað er svenski heilivágsstovnurin, sum á sínum netsíðum í dag veit at siga, at nógv umrødda koppingarevnið ikki longur fer at kallast AstraZeneca, men Vaxzevria. Men, navnaskiftið ber annars ongar broytingar við sær.
Heilivágsstovnurin heldur tað vera týdningarmikið, at tey, sum fara at koppseta, vita, hvat koppingarevnið talan er um. Lagt verður aftrat, at pakkarnir, sum heilivágurin nú fer at koma í, fara at síggja øðrvísi út enn áður.
Tað eru fleiri lond, sum hava tikið ein steðg í nýtsluni av júst koppingarevninum hjá AstraZeneca, meðan heilsumyndugleikarnir kanna, um samband kann vera millum koppingarevnið og blóðtøppar og bløðingar, sum hava verið orsøkin til nøkur deyðsføll.
Eitt nú eru fýra fólk deyð í Noregi, eftir at tey eru vorðin koppsett við AstraZeneca, og onkur er eisini deyður í Danmark. Fólkini gjørdust álvarsliga sjúk. Tey fingu blóðtøppar, bløðingar og høvdu eitt lágt tal av blóðplátum.