Listaprát
Anna V. Ellingsgaard
[email protected]
Tað stóra í tí smáa, fortíðin í nútíðini. Listarligu hugmyndirnar hjá Astri Luihn verða nærum heilt ítøkiligar, nú hon gongur og ger klárt at lata sína fyrstu listaframsýning í Klaksvík upp. Trongu hølini í Leikalund tykjast eitt sindur forskrekt, tá Astri kemur dragandi við sínum stóru myndum, men innkomin taka aldargomlu handilshúsini úti í Klaksvík væl ímóti Astri og myndunum. Sjálv sær hon út til at kenna seg heilt væl her inni, ja mest sum heima, og tað hevur sína orsøk. Við einum nostalg-iskum smíli minnist Astri, tá hon og ein vinkona sum 18 ára gamlar gingu runt og skrásettu hvørt einasta søguliga hús í Norðoyggjum fyri Føroya Fornminnnissavn. Hon dugir húsini enn á fingrunum og minnist hugnaligu prátini við fólkini, sum búðu í teimum.
? So hetta er næstan sum at koma heim, sigur Astri, sum ikki dylur yvir, at hon er sera spent at vísa Norðoyingum sína list.
Nem við meg
? Nert bara við. Ì míni list er alt loyvt, sigur Astri og smílist, tá hon sær, at eg eri farin heilt nær at stóru myndini "Sjónbrá" og ivist í, um eg skal tora at strúka fingrarnar eftir henni. Við fyrsta eygnabrá sær myndin út sum ein stórur fuglur á flogi. Litirnir eru bláligir við eini sólgyltari rípu niður eftir bakinum á fuglinum, men "Flogið", sum er yvir myndini, stavar ikki bara frá útbreiddu veingjunum. Heldur eru tað litirnir og ovurfínu strokini, sum gera myndina so sveimandi og gjøgnumskygda, mest at líkna við eina ovurstóra, titrandi kavaflykru, sum er sett saman av túsundtals ymiskum mynstrum, har endaliga skapið ongantíð er eins. Og har, inn ímillum mynstrini, aftanfyri litirnir, var tað, eg fekk eyga á okkurt, eg hevði hug at nerta við. Har sita fuglarnir, lomvigarnir, sum eru vorðnir eitt av myndevnaligu eyðkennunum í listini hjá Astri. Hesuferð so evarska smáir, at tú mást heilt nær at myndini fyri at síggja teir og eina løtu gloyma, at tú ert farin inn í ein stóran fugl á flogi.
? Er tað ikki nakað soleiðis, vit menniskju eru skrúvað saman?, svarar Astri, tá eg spyrji hana nærri um myndina. - Vit hugsa jú allatíðina skiftivís stórar tankar og smáar tankar, skifta ímillum tað intelektuella og kenslurnar. Tá vit ganga á eini listaframsýning halda vit, tað sømir seg best at síggja so intellektuel út sum møguligt, at vit gloyma, at list mest av øllum snýr seg um kenslur og sansir, ikki so?
A ha!, so tað er also meiningin, tá tað tykist sum, at smáu fuglarnir biðja teg um at nerta við seg og brúka tín følisans. Ikki bara tí, teir eru so smáir, men eisini tí teir eru gjørdir á ein hátt, so tú fert at ivast í, um teir stinga út úr myndini, ella um teir eru skornir niður í hana.
Dansa tango
Sum tann einasta innan føroyska myndlist umboðar Astri Luihn eina serstaka listagrein, sum er ein samanrenning av graffikki og málningi. Hon sker skapini niður í linoleum og málar lag oman á lag út yvir, so tann skorna myndin verður sjálvt listaverki, ella í øðrum førum prentað yvir á eina nýggja linoliumsplátu. Háttalagið gevur myndunum hesa serligu gjøgnumskygdu dýpdina, sum allatíðina gevur tær hug at leita longur inn í hana. Tað sær so leikandi lætt út, nú myndirnar hanga lidnar á vegginum, at eg havi ilt við at síggja Astri fyri mær sitandi við einum knívi í hondini og skera og skera í eina seiga linoliumsplátu. Men soleiðis situr hon, og tað hevur hon gjørt hvønn dag seinastu 16 árini.
? Teknikkurin má haldast við líka ? venjast hvønn dag, sum tá tú spælir á eitt ljóðføri. Hetta kann vera eitt drúgt handverk, men tá myndirnar eru lidnar, skulu tær sleppa at dansa tango, sigur Astri, sum sjálv er útbúgv-in klassiskur gittaristur og altíð hevur tónleikin við í sínum myndum, bæði figurativt og fyri at geva teima tað serstaka lætta og sveimandi huglagið. Kendu svart/hvítu myndirnar hjá Astri "Fuglabjørg" og "Fuglarók" eru eisini við á hesi framsýningini. Her sita fulgarnir á rókini, sum nótar á einum nótablað, ið hevja seg og dala, steðga á og hevja seg aftur í eini støðugari, glíðandi rørslu. Visuella inntrykkið er einfalt, klárt, minimalistiskt, men um tú vilt, kanst tú eisini lesa ein, um ikki didaktiskan, so í øllum førum rættiliga rámandi boðskap í hesum myndunum. Hetta eru nevniliga lomvigar, hesin góðsligi og umhugsni fuglur, sum ikki klandrast á rókini, men heldur finnur sær eitt annað pláss at verpa, um neyðugt. Men eisini ein viðbrekin fuglur, sum bara verpur aftur, um tú veist júst nær, tú kanst taka eggini. Astri dylur ikki yvir, at hon tilvitað leggur ein slikan boðskap um umhvørvisvernd inn í myndina, men tað skal helst ikki verða tað einasta, áskoðarin finnur í henni.
? Øll skulu kenna seg vælkomnan í mínum myndum, antin tey eru komin at njóta litirnir og tað visuella, ella tí tey fegin vilja hava ein boðskap við sær heim. Og eisni tey, ið hava hug at nerta við myndirnar, sigur Astri eitt sindur argandi.
List og sjálvsálit
Prátið hevur snarað sær inn á list, og hvat vit kunnu brúka hana til, og her er Astri rættiliga avgjørd í sínum hugsanum.
? List skal geva sjálvsálit. Tá tú fert á eina listaframsýning, skalt tú kenna tað, sum at tú hevur fingið eina serliga innbjóðing frá listafólkinum til at vera við í eini serstakari uppliving - eina innbjóðing til at koma og spæla við og spæla víðari saman við listaverkinum, sigur hon.
Í so máta kann eitt listafólk ikki ynskja sær eitt betri stað at sýna fram, enn í Føroyum, heldur Astri. Áhugin fyri, í øllum førum myndlist er ovurhonds stórur millum fólk, og sum heild eru tey ikki bangin fyri at siga sína hugsan, hóast tað hevði verið ynskiligt, at hesar komu oftari fram alment.
Tá tað ræður um tey ungu listafólkini, fegnast Astri um, at hesi uttan himpr leita aftur í fortíðina at finna bæði myndevni og kanska serliga tónleikaligan íblástur. Og í listini hjá Astri er tað vorðið mest sum eitt sjálv-sagt eyðkenni at lata fortíðina renna saman við nútíðina við íblástri frá eitt nú føroysku kvæðunum.
? Vit kunnu seta okkum á Burger King og eta burgarar og lata sum um, vit eru amerikanarar ella syngja gospel, og lata sum um vit eru nekarar, men tað verður ongantíð erligt ella ekta, tí vit eru hvørki. Vit hava okkara egnu søgu, okkara egnu fortíð, og hon er orsøkin til, at vit eru, sum vit eru. Tingini hanga jú saman, og tí mugu vit viðurkenna og duga at brúka fortíðina fyri at skilja okkum sjálvi og koma víðari, sigur Astri og letur ongan iva vera um, hvussu stóran týdning, hon leggur í at hava fortíðina við sær, bæði í listini og í mátanum, hon skilur sín egna leiklut í tilveruni, tí sum hon sigur, "Ryggur tín følnar, um tú ikki dansar við ommu tíni.", sum eisni er heitið á eini ritgerð, Astri skrivaði, tá hon las fólkalívsfrøði.
Mentanarligt sjálvpínarí
Sjálv dansar Astri fegin við ommu síni, og tað vildi hon ynskt at føroyskir politikarar eisini gjørdu, serliga tá teir gera av, hvussu tann mentanarligi stuðulin skal veitast. Hvussu ber tað til, at tað mentanarpolitiskt als ikki verður tikið hædd fyri, hvussu umráðandi tað er at varveita føroysku listina í Føroyum við at stuðla teimum listafólkum, sum hava valt at arbeiða og virka her?, spyr hon og heldur fram
? Alsamt fleiri starvslønir fara av landinum til føroyingar, sum arbeiða sum listafólk aðrastaðni. Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg unni teimum hvørt oyra, men hví ikki heldur royna at fáa tey heimaftur - stutt sagt seta ta treyt við eina mentanarliga starvsløn, at hon verður verandi í Føroyum. Við skal so sjálvandi eisini fylgja ein skylda at geva teimum góðar umstøður arbeiða í, tá tey koma, sigur Astri, sum heldur tað vera hugstoytt at síggja, eitt listafólk fyri og annað eftir taka ta avgerð, ikki at koma heimaftur.
? Vit hava brúk fyri teimum, bæði fyri at fáa kritikk, sum kann geva okkum nýggjan íblástur og fyri teirra list, sum týdningarmiklan lið í føroyskari listasøgu. Koma tey ikki heimaftur, missa vit eitt heilt ættarlið av føroyskum listafólkum og standa eftir við einum gapandi holi í føroyskari listasøgu. Hetta er mentanarligt sjálvpínarí av ringasta slag, og uppaftur verri er tað, at ongin tykist at hava gjørt sær stórvegis tankar um avleiðingarnar, sigur Astri, sum eisini hevur illgruna um, at hetta hevur okkurt við mentanarliga undir-lutakenslu at gera.
? Vit ganga og øvunda onkrum ?har úti? fyri at hava meir týðandi list, enn vit sjálvi, meðan tey har úti sita og øvunda onkrum øðrum ella okkum fyri tað sama. Og soleiðis mala vit øll í ring í berari ógrundaðari undirlutakenslu, meðan listin verður forsømd, tí øll halda eyga við onkrum øðrum. Tey har úti hava langt síðani fortalt okkum, at føroysk list er minst á hædd við altjóða list. Spurningurin er bara, nær vit sjálvi byrja at síggja tað og fjálga um tað, vit hava, sigur Astri Luihn.