Í Danmark hevur Astrid Krag, heilsumálaráðharri, í dag boðað frá, at hon stillar upp til formansvalið í Sosialistiska Fólkaflokkinum. Avgerðin kom ikki óvart á teir politisku eygleiðararnar.
Astrid Krag sigur við TV2, at tann týdningarmesta uppgávan hjá fráfarandi formanninum, Villy Søvndal, var at fella Lars Løkke Rasmussen og hansara samgongu.
-Tað eydnaðist, so nú er uppgávan at loysa allar teir trupulleikarnar, sum danir hava at stríðast við. SF hevur tørv á einari nýggjari byrjan, og hiðani fara vit sum ein samdur flokkur, sigur hon.
Astrid Krag er 29 ára gomul. Hon hevur tvey smábørn, og júst hetta var høvuðsorsøkin til, at hon brúkti nakrar dagar til at hugsa seg um, áðrenn hon avgerð um at stilla upp til formansvalið, sigur hon. Fyribils er tað bara hon, sum stillar upp.