At anda út er ikki altíð lætt

Blás luft í eina ballón!
Tað ljóðar so einfalt. Men júst tí, at tað ljóðar einfalt, men ikki er so sjálvsagt hjá øllum, skipar Astma-Allergi felagið í Odense fyri viðgerðarskeiðum fyri børnum við bróstmøði

Í juli mánaða, fóru Valborg Klæmintsdóttir í Norðragøtu og Marin Egholm Jacobsen í Klaksvík, niður til Danmarkar á eina 14 daga legu fyri børn við astma. 
   
Legan verður kallað, Luftballónin, og verður hildin í Glamsbjerg nær Odense.
   
Trupulleikin hjá teimum við bróstmøði er, at tey ikki sleppa av aftur við luftina, tí kann vera sera ringt hjá teimum at blása í til dømis eina ballón.
   
Á skeiðnum varð undirvíst í, hvat bróstmøði er, og hvussu tú kanst liva við sjúkuni. Hvussu tú skal anda og hvat skal ansast eftir, fyri at fyribyrgja, at herðindi koma.
   
Ein týdningarmikil partur av skeiðnum var at læra, hvussu heilvágurin skal takast.
   
- Vit fingu nógv burtur úr skeiðnum, og nú skilja vit betur sjúkuna og duga at greiða frá, tá onkur spyr, hvat astma er, siga tær báðar.
   
Legan var, sum flestu summarlegur, eisini fylt við spæli og hugna. Men høvuðsendamálið er at læra børnini at bera seg rætt at í samband við sjúku sína.
   
Eitt nú, var nógv íðkan á skránni, har børnini lærdu at kenna mørkini og at laga nøgdina á heilvágnum undir íðkan.
   
- Á skeiðnum varð stórur dentur lagdur á, at vit altíð høvdu heilvágin hjá okkum; gloymdu vit tað, sluppu vit afturfyri at vaska upp, siga tær báðar og flenna.
   
Tær báðar eru sera glaðar um møguleikan tær fingu. Á leguni luttóku um 20 børn í aldrinum 13 ? 15 ár.
   
Tær siga, at tað besta við leguni var at vera saman við øðrum, sum feila tað sama sum tær.
   
Skeiðið í Danmark er fyri børn upp til 15 ár. Tey, sum eru millum 15 og 18 ár, kunnu eisini fara á skeið, men tað skeiðið er í Hollandi. 
   
Fert tú á heimasíðuna, www.luftballonen.dk, kanst tú lesa meiri um skeiðini, sum verða hildin í Danmark og Hollandi.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



<o:p> </o:p>